Nýbrent kaffi


Hjá Brell hava vit brent kaffi síðan 2006

Vit hava okkara café, handil og kaffibrennarí á Vaglinum í Havn. Nú er møguligt hjá øllum føroyingum at royna okkara nýbrenda kaffi. Vit velja bestu góðsku og gjalda ein reiðiligan prís til bóndur. Vit brenna kaffi eftir tørvi fleiri ferðir vikuliga, spakuliga í stoypijarnsovni. Okkara kaffi er altíð nýbrent og vit stremba eftir at kaffibønin veruliga kemur til sín rætt.

Kaffihald

Café Brell / Menu

Brell Café