Dosering og brygging


Dosering og brygging

Hetta er ikki ein fasittlisti, men heldur eitt útgangsstøði. Tað er øðiliga ymiskt hvussu kaffi kann bryggjast! Keyp tær eina góða kaffikvørn, sum kann justerast alt eftir hvønn bryggihátt tú brúkar. Um tú bryggjar í espressomaskinu, so mást tú hava eina serliga kvørn, sum kann mala kaffibønirnar heilt fínt!

  • Mal nýbrent kaffi miðalfínt beint áðrenn brygging
  • Brúka 6-8 gramm fyri 100 gramm av vatni – skolað filtrið áðrenn, fyri at fáa pappírsmakkin burtur
  • Trýst á knøttin
  • Bryggja bara nokk til tað, sum tú ætlar at njóta innanfyri næsta hálva tíman
  • Mal nýbrent kaffi miðalfínt beint áðrenn brygging
  • Brúka 6-8 gramm fyri 100 gramm av vatni – skolað filtrið áðrenn, fyri at fáa pappírsmakkin burtur
  • Stoyt spakuliga vatn (92-96 stig heitt) í sirklum yvir kaffi uppá 3-5 minuttir
  • Bryggja bara nokk til tað, sum tú ætlar at njóta innanfyri næsta hálva tíman

Tips1: Ymiskar traktir koma til ymisk úrslit – royn til dømis Hario V60.

Tips2: Eksperimenterað við malingini. grovari maling gevur súrligari/fruktigari og mildari kaffi. Fínari maling gevur sterkari og myrkari smakk.

Tips3: Eksperimenterað við vatnstráluni – royn tildømis ein Hario ella Stagg ketil.

Í Brell brúka vit eitt súrligt/fruktugt kaffi og bryggja við Hario amboðum. Vit mala kaffi rættiliga groft fyri at fáa fruktsmakkin týðiliga framm.

  • Mal nýbrent kaffi miðalfínt beint áðrenn brygging
  • Brúka 6-8 gramm fyri 100 gramm av vatni
  • Stoyt heitt vatn í og set á plátuna inntil vatnið er komið upp í ovara kamarið
  • Rør kaffi í og lat standa í 1-2 minuttir.
  • Rør aftur og serverað.
  • Bryggja bara nokk til tað, sum tú ætlar at njóta innanfyri næsta hálva tíman

Tips1: Eksperimenterað við grovleikanum í malingini og trekkitíðini. Jú grovari og styttri trkkitíð, tess mildari og fruktigari kaffikopp.

Í Brell brúka vit eitt miðalsterkt kaffi og bryggja við Hario amboðum. Vit mala kaffi miðal fínt fyri at fáa blómur, sjokulátu og jørðsmakkirnar framm.

  • Mal nýbrent kaffi groft beint áðrenn brygging
  • Brúka 6 gramm fyri 100 gramm av vatni
  • Stoyt vatn (92-96 stig heitt) í og lat standa í 3 minuttir
  • Rør í og stempla niður.
  • Bryggja bara nokk til tað, sum tú ætlar at njóta innanfyri næsta hálva tíman

Í Brell brúka vit eitt súrligt/fruktugt kaffi og bryggja við klassiskari Bodum stempulkannu. Vit mala kaffi rættiliga groft fyri at fáa fruktsmakkin framm og trekkja kaffi í 3 minuttir. Áðrenn vit stempla niður taka vit skúm av, tí har er ein beiskleiki.

  • Mal nýbrent kaffi miðalfínt beint áðrenn brygging og fyll filtrið uttan at pressa
  • Stoyt kalt vatn í og set á plátuna við 75% hita inntil liðugt bryggjað
  • Bryggja bara nokk til tað, sum tú ætlar at njóta innanfyri næsta hálva tíma
  • Mal nýbrent kaffi miðalfínt beint áðrenn brygging
  • Brúka 15-18 gramm av kaffi – skolað filtrið áðrenn, fyri at fáa pappírsmakkin burtur
  • Stoyt vatn (92-96 stig heitt) í og lat standa í 45 sekund
  • Rør í og stempla spakuliga niður.

Tips1: Royn ymsar malingsgradir, ymsar trekkitíðir og ymsar háttir at stempla niður.

  • Mal nýbrent kaffi fínt beint áðrenn brygging
  • Brúka 18-22 gramm til eitt skot, pressað kaffi niður í portafiltrið við 20-25 kg.
  • Lat vatn renna ígjøgnum uppá 22-28 sekund.

Tips1: Fínari maling og harðari pressing gevur longri gjøgnumrenningartíð.


Góðsku kaffi

Vit fylgja Specialty Coffee góðsku (sí www.scae.com), sum hevur eina filosofi tá umræður burðardygd, reiðiligheit, gjøgnumskygni og góðsku, sum vit í Brell kunnu standa 100% inn fyri!