Hvat er nýbrent kaffi
Nýbrent kaffi er kaffi, sum er brent innanfyri 2-3 vikur.
Fólk blanda ofta hugtøkini brygging, brenning, maling, knúsing og halda at tey merkja tað sama:
- Brenning er prosessin har ráar (grønar) kaffibønir verða lætnar í ovn at brennast fyri at fáa eyðkenda brúna litin.
- Maling, knúsing ella kvørning er prosessin har liðugtbrendu bønirnar verða knústar í eini kvørn.
- Brygging er prosessin har knústu bønirnar (pulvur) liggur saman við vatni og verður til kaffidrykkin sum vit kenna hann.
Í Brell Café er alt okkara kaffi altíð nýbrent, nýmalið og nýbryggjað …