Søgan um Brell


Søgan um Brell

Brell er stovnað í 2005. Tað fyrsta man sá til Brell var undir rullutrappini í Handilskjarnanum í Miðbýnum. Har hevði Brell handil við kaffi frá Estate Coffee, te, sjokulátu og ymsar servørur. Handilskjarnin skuldi umvælast og Brell flutti tí oman í Bringsnagøtu eina tíð.

Tað varð ikki fyrr enn Brell flutti í Dr. Jacobsensgøtu í 2006 at eg fór at brenna mítt egna kaffi. Tá hevði eg verið á ymsum kaffimessum og funni mær ein góðan veitara av grønum hágóðsku kaffibønum. Eg hevði eisini verið í Týsklandi og funni ein kaffibrennara. Brell helt til á Dr. Jacobsensgøtu í nøkur ár, inntil kaffibrennarin fór at flyta eitt sindur runt. Hann hevur staðið við Gjógv, í Café Jinx, í Østrøm, í Hoyvík og so fór hann aftur oman í Dr. Jakobsensgøtu har hann stóð eini 2 ár. Síðan flutti hann endiliga yvir á Vaglið samstundis sum vit opnaðu Café Brell í 2015.

Eg havi verið á kaffimessum í Keypmannahavn, Gøteborg, Reykjavík, Dublin og London. Eg havi eisini verið á kaffivitjan í Nicaragua saman við mínum kaffiveitara, har vit vitjaðu bóndir og garðar og har eg veruliga fekk innlit í framleiðsluna og lívið á gørðunum.

Brell byrjaði altso sum ein handil við kaffi og øðrum servørum í 2005. Byrjaði at brenna egið kaffi í 2006 og menti seg so til at hava café í 2015.

Góðsku kaffi

Vit fylgja Specialty Coffee góðsku (sí www.scae.com), sum hevur eina filosofi tá umræður burðardygd, reiðiligheit, gjøgnumskygni og góðsku, sum vit í Brell kunnu standa 100% inn fyri!