Frá plantu til kopp
Brell innflytur rátt kaffi úr øllum heiminum, brennur tað í Føroyum og hevur tí bjóðað nýbrent kaffi til føroyingar síðan 2006.
Plantan
Kaffibønin kemur úr berum, sum vaksa á runnum í fjallalendi í tropunum. Tvær bønir liggja inni í reyða berinum. Berini mugu heintast við hond, tí berini búnast ójavnt. Hetta merkir at man má heinta frá sama runni fleiri ferðir. Ein tílíkur kaffirunnur skal plantast, passast og nørast í eini fimm ár áðrenn runnurin fær frukt.
Vasking
Tá kaffiberini eru heintaði mugu tey sum skjótast berast til eina vátmyllu, har fruktkjøti verður valsað av og bønirnar verða vaskaðar. Í tropunum er heitt, so um ikki hetta hendur skjótt, fer ein gerðingsprosess í gongd. Bønirnar verða vaskaðar á ymsan hátt, men vanliga er tað ein mekanisk prosess saman við hondkraft. Tá fruktkjøtið er vaskað av bønunum verða tær liggjandi undir vatni í eitt samdøgur ella so. Dagin eftir verða bønir, sum flóta tiknar burtur og restin verður sent til turkingar.
Turking
Bønirnar verða lagdar á uttandura sementgólv og verða rakaðar aftur og fram í sólini. Mitt um dagin verða tær lagdar undir skugga fyri at verja tær móti sólini tá hon er heitast. Bønirnar kunnu eisini turkast á African Beds á sama hátt. Tá bønirnar eru liðugt turkaðar, verða tær sorteraðar eftir góðsku og kenska stødd og pakkaðar og sendar til Brell via ein millumveitara.
Allastaðni í prosessini frá planting av eini bøn, sum spírar til bønirnar sum koma til Brell verða tillagingar konstant gjørdar fyri at betra góðskuna. Nógv eksperimentir eru í gongd á øllum niveauum.
Brenning
Her kemur Brell so inn! Eg havi fyrst fingið royndir sendandi av ymskum kaffum, sum eg kundi hugsa mær passaðu inn í úrvalið hjá Brell. Eg plagi at hava eini 7-8 ymisk kaffi til sølu og tað er nærum aldrin tey somu kaffini, sum eg fái, so kundin fær altíð okkurt nýtt.
Kaffi verður brent í einum serligum stoypijarnsovni, sum brennir bønirnar spakuliga og javnt. Mín filosofi er at eg vil vísa hvat bønin veruliga smakkar av. Man kann goyma smakkir burtur í brenningini um man bara brennur bønirnar nóg hart og leingi – tað eri eg ikki áhugaður í. Tí eri eg tvungin til at keypa hágóðsku. Hetta fyri at sleppa frá at goyma nakað.
Eg plagi at gera nakrar royndarbrenningar, men ofta raki eg beint har sum eg skal vera – og við árunum hava royndirnar lyft góðskuna uppaftur hægri.
Eg brenni kaffi minst einaferð um vikuna, so kundar í Føroyum altíð hava atgongd til nýbrent kaffi. Tá eg havi pakkað ein posa við nýbrendum kaffi leita tankarnir aftur á prosessina, heilt aftur har bønin spírar. Eg síggi glaðar bóndur og starvsfólk á gørðunum í Nicaragua fyri mær. Eg merki eyguni og hendurnar, sum hava fylgd vøruni frá byrjan til nú fyri at kela fyri hvørji kaffibøn. Fult gjøgnumskygni og hægsta góðska!
Brygging
Tá tú hevur ein posa av Brell kaffi í hondini skalt tú vita at hetta er ein hágóðskuvøra. Eg vil viðmæla at tú gert tær ómak í bryggingini fyri at fáa tað besta upplivilsi tú kanst í koppinum.
- Brúka reina útgerð!
- Mal kaffi beint áðrenn tú bryggjar!
- Doserað rætt!
- Brúka rættan vatnhita!
- Brúka røttu trekki tíð!
Smakkur er individuellur, so tað er ringt at vísa á besta bryggingarhátt. Eitt, sum øll hesi árini í kaffiheiminum hevur lært okkum í Brell er at ymisku bryggihættirnir eru allir góðir, bara man hevur tað rætta kaffi.
Eksperimentering í dosering, maling, hita og trekking osv. er kanska fyri víðarikomin, men kemur tú hartil, so opnar sær ein heilt nýggjur heimur…