Góðskutrygging
Hjá Brell hava vit bara hágóðsku kaffi. Vit gjalda hægri prís til bóndur enn vanliga ”Fair Trade” prísin. Okkara kaffi eru nærum altíð vistfrøðilig. Ongin bóndi, starvsfólk ella umhvørvi verður útnytta og rænt í framleiðsluni av tí kaffi vit hava í Brell.
Tað er álitið á veitaran, sum er avgerðandi í at tryggja góðskuna. Veitarin er sjálvandi limur í scae ella scaa og vitjar á gørðum regluliga. Hann kennir bóndurnar og setir í gongd ymiskar verkætlanir saman við bóndanum fyri at hækka góðskuna enn meir. Eftirspurningar frá smærri brennaríium sum Brell verður tá eisini tikin við í ætlanirnar.