Eitt nýtt kaffi hvønn mánað

230g skiftandi kaffi 199 kr.

Okkurt nýtt hvønn mánað. Ein posi á 230g.
Prísurin er við frakt!

Lýsing

Eitt nýbrend kaffi, sum eg velji fyri tykkum hvønn mánað.

Ein posi á 230g við nýggjum kaffi, ella kaffi, sum er brent á nýggjan hátt. Hetta er haldið fyri tann, sum er áhugaður í at víðka kaffi-sjónarringin og sum dámar at eksperimentera við ymsum bryggiháttum.

Orsøkin til vektina á pakkanum eru postgjøldini í Føroyum.

Kaffi kostar 150 og fraktin við Posta kostar 61, tað gevur tilsamans 211, men haldið kostar 199, so tú sparir 12 kr.

Øll kaffini frá Brell eru reiðiliga handlaði og allarhelst eisini vistfrøðilig!

Haldaraskipan

Okkara haldaraskipan fevnir um hald av kaffi. Sjálvt haldið er ein mánaðarlig upphædd, sum heldur fram, til tygum sjálvi uppsiga haldið. Mánaðarligi prísurin á haldinum er altíð upplýstur. Haldið skal uppsigast umvegis tín vanga, tá tygum eru ritaður inn á síðuna brell.fo.

Hvønn mánað fært tú eina kvittan fyri títt gjald av kaffihaldi. Haldið er framhaldandi, til tað verður uppsagt.

Vit goyma ikki kortupplýsingar í okkara egnu skipan. Hesar verða goymdar í gjaldsskipanini.

Eitt hald kann keypast eins og allar aðrar vørur. Tó við tí muni, at eitt hald er eitt framhaldandi mánaðarligt gjald.

Uppsøgn av haldi

Tygum kunnu til eina og hvørja tíð uppsiga tygara hald. Hetta skal gerast umvegis tygara vanga, tá tygum eru ritaður inn á heimasíðuna brell.fo.