Mexico og eitt nýtt hvønn mánað
480g Eitt nýtt + Mexico 269 kr.
Eitt nýtt hvønn mánað pluss Mexico. Tveir posar á 240g.
Prísurin er við frakt!
- Lýsing
- Kaffihald
Lýsing
Eitt nýtt nýbrent kaffi, sum eg velji fyri tykkum hvønn mánað pluss ein posa av Mexico.
Tveir posar á 240g við nýggjum kaffi, ella kaffi, sum eru brend á nýggjan hátt. Hetta er haldið fyri tann, sum er áhugaður í at víðka kaffi-sjónarringin og sum dámar at eksperimentera við ymsum bryggiháttum.
Orsøkin til vektina á pakkanum eru postgjøldini í Føroyum.
Kaffi kostar 300 og fraktin við Posta kostar 61, tað gevur tilsamans 361, men haldið kostar 349, so tú sparir 12 kr.
Øll kaffini frá Brell eru reiðiliga handlaði og allarhelst eisini vistfrøðilig!
Haldaraskipan
Okkara haldaraskipan fevnir um hald av kaffi. Sjálvt haldið er ein mánaðarlig upphædd, sum heldur fram, til tygum sjálvi uppsiga haldið. Mánaðarligi prísurin á haldinum er altíð upplýstur. Haldið skal uppsigast umvegis tín vanga, tá tygum eru ritaður inn á síðuna brell.fo.
Hvønn mánað fært tú eina kvittan fyri títt gjald av kaffihaldi. Haldið er framhaldandi, til tað verður uppsagt.
Vit goyma ikki kortupplýsingar í okkara egnu skipan. Hesar verða goymdar í gjaldsskipanini.
Eitt hald kann keypast eins og allar aðrar vørur. Tó við tí muni, at eitt hald er eitt framhaldandi mánaðarligt gjald.
Uppsøgn av haldi
Tygum kunnu til eina og hvørja tíð uppsiga tygara hald. Hetta skal gerast umvegis tygara vanga, tá tygum eru ritaður inn á heimasíðuna brell.fo.






